Anna & arvurin í sjónvarpinum í kvøld

Anna & arvurin í sjónvarpinum í kvøld
Anna Falkenberg, ið er abbadóttir Edmund Joensen og rættiliga ókend, tók øll á bóli, tá hon fekk 2971 persónligar atkvøður til fólkatingsvalið og arvaði sessin hjá abbanum
26 ára gamla Anna Falkenberg við beinari kós inn at seta seg í sessin hjá abbanum, Edmundi Joensen, á Christiansborg
Mynd: Hans Petur Hansen  
 
15.12.2022 - 14:57

Valstríðið hjá 26 ára gomlu Onnu Falkenberg byrjaði longu fleiri mánaðir, áðrenn fólkatingsvalið varð útskrivað. Tá kunngjørdu hon og abbin, Edmund Joensen, í felagsskrivi, at abbin gevst í politikki og at abbadóttirin ætlar sær at yvirtaka fólkatingssessin hjá abbanum. 

Fá vóru tey, sum góvu Onnu Falkenberg, ið var í starvi sum ráðgevi hjá abbanum á Christiansborg, ein líkinda møguleika at vinna sessin hjá abbanum.

 

Frá 38 til 2971 atkvøður

Gaman í, so hevði Anna Falkenberg verið virkin í Unga sambandinum, og hon stillaði eisini upp til løgtingsvalini í 2015 og 2019, tá hon fekk ávikavist 38 og 167 persónligar atkvøður. 

Men eingin, heldur ikki Jóannes Hansen, valserfrøðingur, hevði sæð fyri sær, at Anna Falkenberg fór at fáa 2971 persónligar atkvøður til fólkatingsvalið 31. oktober og koma flúgvandi inn á fólkating fyri Sambandsflokkin. 

Í sendingini fylgja vit Onnu Falkenberg frá einum seinastu arbeiðsdøgunum sum ráðgevi fyri abban á Christiansborg til valkvøldið, tá úrslitið er greitt og sessurin fer í arv.

Finnur Koba hevur lagt til rættis, og Hans Petur Hansen hevur filmað og klipt. 

Sí ein brellbita fyri sendingini her:

REY03855_ANNA_ARVURIN

 

Hvat: Anna & arvurin
Hvar: í sjónvarpinum
Nær: í kvøld kl. 19.25

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
90'árini undir lupp (4:4)
216991
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Mikudag 25. november
Vágskálin: Hálovar littari mentan í USA
216965
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867