Áseta streymprísin í dag

Áseta streymprísin í dag
Eykaaðalfundurin í SEV verður tikin uppaftur fyrrapartin
SEV í Vestmanna. Í dag verður greitt, hvussu nógv streymurin fer at kosta næsta ár.
 
16.12.2022 - 08:22

Í dag fæst at vita, hvussu nógv streymurin fer at kosta næsta ár.

Eykaaðalfundurin hjá SEV verður fyrrapartin.

Hann skal millum annað viðgera og góðkenna uppskot um fíggjarætlan fyri 2023.

Fyri lítlum mánaði síðan hevði SEV annars eykaaðalfund, men tá bleiv hann niðurlagdur, tí valstríð eftir øllum at døma var komið í málið um at hækka streymprísin hjá SEV, og tí bleiv málið útsett til eftir løgtingsvalið.

Tá skeyt nevndin í SEV annars upp at hækka prísin 25 oyru kilowatttíman, men eitt broytingaruppskot var um, at hann í staðin skuldi hækka 20 oyru.

Endin var sum sagt, at eykaaðlfundurin var niðurlagdur, og hann verður tikin uppaftur nú fyrrapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210