Arbeiða víðari við samgonguskjalinum í dag

Arbeiða víðari við samgonguskjalinum í dag
Flokkarnir, sum samráðast um samgongu, hittast klokkan tíggju fyrrapartin
Aksel V. Johannesen er samráðingarleiðari.
 
19.12.2022 - 09:13

Samráðingarnar millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn halda fram klokkan tíggju fyrrapartin.

Fundir hava verið um vikuskiftið, har flokkarnir gjørdu fyrsta uppskotið um samgonguskjal. 

Bólkurin við forfólkunum og tveimum umboðum úr hvørjum flokki hittist klokkan tíggju, tá arbeitt verður víðari við samgonguskjalinum. 

Um middagsleitið hittast tngmanningarnar, og tá verða fundir í flokkunum. 

Enn er málsøkjabýtið eftir, og sum Kringvarpið skilir,  eru tveir dagar settir av til at viðgera tað. 

 

Ruth Vang, forkvinna í Framsókn. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213