Keypa grót úr Sandoyartunlinum til innkomuvegin

Keypa grót úr Sandoyartunlinum til innkomuvegin
Talan er um 200.000 rúmmetrar, sum verða keyptir fyri slakar 11 mió. kr.
Grót úr Sandoyartunlinum skal m.a. brukast til nýggja innkomuvegin í Havn.
 
21.12.2022 - 08:32

Tórshavnar kommuna skal keypa grót úr Sandoyartunlinum fyri 10,8 mió. kr. til millum annað innkomuvegin.

Talan er um 200.000 rúmmetrar, sum skulu keypast frá Eysturoyar- og Sandoyartunlum.

Hetta er við í tilmælinum frá tekniska stjóranum og býarverkfrøðinginum til eykabýráðsfundin seinnapartin.

 

Yvirtaka veg

Teir skjóta eisini upp, at kommunan fær slakar 13 milliónir frá Eysturoyar- og Sandoyartunlum, tí kommunan yvirtekur vegin, sum felagið gjørdi á Hvítanesi.

Í skránni fyri eykabýráðsfundin í dag stendur, at hetta er vegur, sum Eysturoyar- og Sandoyartunlar upprunaliga skuldu lata gera. 

Hetta er fyrsti kilometurin av vegnum frá rundkoyringini á Hvítanesi. 

 

Vinnuútstykking

Í sambandi við, at Tórshavnar kommuna skal gera vinnuútstykking á Ovara Hjalla, er vorðið greitt, at um hetta vegarstrekkið verður flutt longri oman móti hamrinum, ger tað vinnuútstykkingini størri gagn.

Tí er fyrireikað avtala við Eysturoyar- og Sandoyartunlar, at Tórshavnar kommuna yvirtekur hetta arbeiðið og sjálvan vegin frá felagnum fyri slakar 13 mió. kr., sum Eysturoyar- og Sandoyartunlar lata Tórshavnar kommunu. 

Men høvuðstilmælið frá tekniska stjóranum og býarverkfrøðinginum til eykabýráðsfundin í dag er, at sáttmáli verður gjørdur við Articon um at gera innkomuvegin fyri góðar 324 mió kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. juli
RagnarRokk: Jack Owen um Next to Die
209117
Mánadag 6. juli
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
210546
Mánadag 6. juli
HM-tíðindi 5. juli 2026
210545
Sunnudag 5. juli
Tónleikur í 13 øldir (1:10)
210355
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521