Nevna ikki Ukraina í boðunum til russar

Nevna ikki Ukraina í boðunum til russar
Hetta er fyrstu ferð síðani 1992, at Grønland ikki vil gera nýggja fiskiveiðuavtalu við Russland
Mute B. Egede, landsstýrisformaður í Grønlandi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.12.2022 - 09:01

Ukraina er ikki nevnt í fráboðanini frá grønlendska fiskimálaráðnum til Russlands um, at Grønland ikki vil hava fiskiveiðuavtalu við Russland næsta ár.

Sagt verður bara, at nakrir fiskastovnar eru vorðnir minni, og tí kann Grønland ikki lata nakað næsta ár.

Men landsstýrisformaðurin, Mute Egede, hevur fyrr sagt, at Grønland ger í øllum sum ES, tá talan er um revsiatgerðir móti Russlandi og russiskum fyritøkum.

 

Ikki síðani 1992

Hetta er annars fyrstu ferð síðani 1992, tá Grønland gjørdi fiskiveiðuavtalu við Russland, at Grønland ikki vil gera nýggja avtalu. 

Russland bjóðaði Grønlandi til talgildar samráðingar um 2023. 

Væntað var, at Grønland hevði fingið 3.000 tons av toski og hýsu í Barentshavinum.

Og Russland hevði fingið svartkalva og kongafisk frá Grønlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. januar
Morgunlestur fríggjadagur 16.januar 2026
202445
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Hósdag 15. januar
RagnarRokk: Robby Thomas Walsh um Banned
201515
Hósdag 15. januar
EM 26 tíðindi - 15 jan 2026
202745
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571