- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fýrverk má ikki goymast

Fýrverkið, sum ikki bleiv brúkt í gjárkvøldið ella í nátt, skal ikki goymast, heldur ikki til næsta nýggjár.
IRF boðar frá, at avlopsfýrverk má beinast burtur á rættan hátt, tí gamalt fýrverk kann kykna av sær sjálvum.
Fýrverk kann gerast óstøðugt og vandamikið, um tað liggur í hjalli ella í ráligum kjallara, har hitin sveiggjar við árstíðini.
Óstøðugt fýrverk kann elva til eldsbruna og annan skaða.
Burturbeinast
Hvussu skal fýrverk so beinast burtur?
Jú, sigur IRF, tað skal latast einum mannaðum endurnýtsluplássi.
So kemur IRF eftir tí har.
Fýrverk má ikki latast saman við vanliga ruskinum í ruskposar ella bingjur, tí tá er stórur vandi fyri, at eldur kemur í ruskið, og hetta kann skaða starvsfólk, bilar og aðra útgerð.
Um nógv fýrverk skal burtur, verða fólk biðin um at ringja til IRF, 414243.
Hetta er eisini galdandi fyri skip og bátar, sum hava neyðbluss og annað at burturbeina.

























