Givið øðrum burturav

Givið øðrum burturav
Haraldur Þorleifsson er kosin “ársins íslendingur” av lesarunum hjá avísini Morgunblaðnum.
Mynd: mbl.is/Eggert Jóhannesson  
 
01.01.2023 - 12:46

45 ára gamli sniðgevin og stovnarin av talgildu sniðfyritøkuni Ueno stuðlaði alt árið í fjør teimum minni hepnu og økti atkomumøguleikar í Íslandi – ikki minst hjá rørslutarnaðum.

Sjálvur situr hann í koyristóli, tí hann síðani tvey ára aldur hevur havt eina vøddasjúku, so hann “kennir ikki til annað”, sigur hann.

Haraldur Þorleifsson hevur latið teimum pengar, sum hava havt tað trupult í farna árinum, men hann vil ikki siga, hvussu nógvar pengar hann hevur givið.

– Eitt ávíst frælsi fylgir við pengum, og tað er ikki altíð, at so nógvir pengar skulu til fyri at kunna gera ein mun, sigur hann í samrøðu við Morgunblaðið.

Skemtandi leggur hann afturat, at hóast grannskoðarin gremur seg um tað hvønn mánað, væntar hann ikki, at pengarnir verða uppi, fyri tað um hann hevur valt at givið burtur av tí, sum hann eigur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974