Grønland nærkast Oscari

Grønland nærkast Oscari
Grønlendski stuttfilmurin “Ivalu” er ein av 15 filmum, ið kappast um at enda millum teir fimm filmarnar í sínum bólki, ið verða innstillaðir til at vinna ein Oscar
Ein av hesum kann enda í Grønlandi.
 
01.01.2023 - 13:41

Grønlendski stuttfilmurin “Ivalu” er ein av 15 filmum, ið kappast um at enda millum teir fimm filmarnar í sínum bólki, ið verða innstillaðir til at vinna eina Oscar-heiðursløn.

Tað skrivar heimasíðan hjá grønlendska kringvarpinum, KNR.

Filmurin er um eina grønlendska familju í upploysn og byggir á grafisku stuttsøguna “Ivalu” eftir rithøvundin Morten Dürr og teknaran Lars Horneman.

Stuttfilmurin er danskt framleiddur, men í samstarvi við grønlendska framleiðslufelagið Polorama Greenland, sum millum annað hevur havt Pipaluk Kreutzmann við í filmsgerðini sum med-leikstjóra.

Tørvurin hjá børnum

Hon sigur seg vóna, at filmurin kann vekja nakað í grønlendska samfelagnum og hjá grønlendskum politikarum, tí filmurin viðger í stóran mun, hvat børn hava tørv á.

Stórar vónir eru til filmin í Oscar-høpi - millum annað, tí høvuðsleikstjórin, Anders Walter, í 2014 vann eina Oscar-heiðursløn fyri stuttfilmin “Helium”, so hann skuldi vitað, hvat skal til.

Hvørjir fimm stuttfilmar sleppa ígjøgnum nálareygað, verður kunngjørt týsdagin 24. januar, og sjálv Oscar-handanin verður sunnukvøldið 12. mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974