Evstamark at bjóða er um 14 dagar

Evstamark at bjóða er um 14 dagar
Fíggjarmálaráðið hevur sett gongd á aftur sølutilgongdina av partabrøvunum, sum landið eigur í Tjaldri
Grannskoðaravirkið Januar stendur fyri at selja partabrøvini hjá landinum í P.f. Tjaldri.
 
02.01.2023 - 13:28

Evstamark at bjóða upp á partabrøvini, sum landið eigur í p/f Tjaldri, er um 14 dagar - tað vil siga um morgunin 16. januar.

Landið eigur 2,8 prosent í Tjaldri.

Fíggjarmálaráðið hevur sett gongd á aftur sølutilgongdina, eftir at ráðið í november bað grannskoðaravirkið Januar steðga sølutilgongdini, tí løgtingsval varð útskrivað.

Eftir evstarmark fer granskoðaravirkið, sum skipar søluna, at samskifta við tann ella teir keyparar, sum hava latið boð inn.

 

Avgreidd fyrst í februar

Sølan verður eftir ætlan endaliga avgreidd í tíðarskeiðnum 1.-3. februar, skrivar grannskoðaravirkið Januar.

Landið kann fáa nógv meira fyri síni partabrøv í Tjaldri, enn tað hevur sett í fíggjarlógina, heldur Januar.

Í fíggjarlógini verður mett at fáa sjey milliónir krónur fyri partabrøvini, men Januar metir, at ognarparturin hjá landsstýrinum er verdur 18,2 til 23,1 mió.kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786