Allir fangar sleppa ikki við á útferð

Allir fangar sleppa ikki við á útferð
Tey, sum ikki eru mett at vera egnað til opin fongsul, sleppa ikki longur við, tá Varðhaldið ger útferðir
Varðhaldið hevur í sambandi við útferðir ikki gjørt mun á teimum, sum høvdu kunnað verið í opnum fongsli, og hinum fangunum.
 
11.01.2023 - 09:54

Fólk, sum ikki eru mett at egnað at vera í opnum fongsli, eiga ikki at sleppa við á útferðunum hjá Varðhaldinum í Mjørkadali. 

Danska løgmálaráðið sigur, eftir kunning frá Kriminalforsorgini, at ikki allar útferðir hjá Varðhaldinum í Mjørkadali eru loyvdar.

Hesar eru tí steðgaðar. Nakrir fangar sleppa ikki við longur.

Heimild er ikki fyri øllum útferðunum, sum Varðhaldið hevur skipað fyri síðani 2011, sigur Kriminalforsorgin.

 

Samsvarar ikki við galdandi reglur

Føroyanevndin hjá fólkatinginum og landsstýrið hava fingið bræv frá Løgmálaráðnum um hetta.

Løgmálaráðið sigur, at millum annað útferðir í náttúruna ikki samsvara við galdandi reglur. 

Slíkar útferðir eru ikki loyvdar í Danmark.

Umboðsmaðurin hjá fólkatinginum hevur sagt við Kriminalforsorgina, at fyritreytin er, at reglurnar, sum eru í Føroyum, eiga í størstan mun at vera sum tær í reglunum um revsing í Danmark.

Hetta hóast lógin um revsingarfullgerð, um straffuldbyrdelse, ikki er sett í gildi í Føroyum.  

Sambært Kriminalforsorgini eiga somu reglur at vera fyri Varðhaldið í Mjørkadali sum fyri opin fongsul í Danmark.

 

Hava ikki gjørt mun á fangum

Varðhaldið hevur í sambandi við útferðir ikki gjørt mun á teimum, sum høvdu kunnað verið í opnum fongsli, og hinum fangunum.

Tey, sum ikki eru mett at vera egnað til opin fongsul, sleppa tí ikki longur við, tá Varðhaldið ger útferðir.

Talan er um fá fólk, sigur Kriminalforsorgin, sum eru í Mjørkadali til tey kunnu flytast í afturlatnan stovn ella í afturlatið fongsul í Danmark. 

Men málið verður viðgjørt saman við landsstýrinum, stendur í brævinum hjá Løgmálaráðnum.    

Ein lóg um revsingarfullgerð er á veg í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634