Semja skal vera millum allar partar í ferðavinnuni

Semja skal vera millum allar partar í ferðavinnuni
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sigur, at lykilin er at samansjóða ymisku sjónarmiðini, skal tað eydnast at skipa eina góða ferðavinnu
Nýggja samgongan staðfestir í samgonguskjalinum, at rætturin hjá føroyingum til ókeypis at ferðast í náttúruni skal tryggjast.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.01.2023 - 18:01

Málið er, at Føroyar verða fyrsta land í heiminum, sum skipar eina ferðavinnu, ið er bygd á semju millum allar partar í vinnuni.

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnu- og uttanríkismálum. Hann ásannar, at uppgávan verður ikki løtt at loysa.

Høgni Hoydal setti í morgun verkstovuna hjá Visit Faroe Islands í Norðurlandahúsinum, har fólk úr øllum landinum vóru boðin at siga sína hugsan um, hvussu ferðavinnan skal mennast.

 

Høgni Hoydal umsitur nú ferðavinnumál í landsstýrinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Landsstýrismaðurin sigur, at tað at samansjóða ymisku sjónarmiðini, er lykilin at skipa eina góða ferðavinnu.

Nýggja samgongan staðfestir í samgonguskjalinum, at rætturin hjá føroyingum til ókeypis at ferðast í náttúruni skal tryggjast.

Einki verður nevnt um, hvussu verður við atgongdini hjá útlendingum, og enn er landsstýrismaðurin ikki til reiðar at kunngera nakra loysn, men hann sigur, at ein loysnin skal finnast í semju við jarðareigararnar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

11012023_Hogni_um_ferdavinnu

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523