Tað rakk ikki hjá H71

Tað rakk ikki hjá H71
Kvinnurnar hjá H71 góvu alt tær áttu, men tað rakk ikki til sigur, og tí siga tær Evropa farvæl eftir áttandapartsfinalurnar ímóti Atletico Guardés
Maria Halsdóttir Weyhe, Jana Mittún og hinir hoyvíkingarnir eru útslidnir
 
15.01.2023 - 19:27

H71 segði í kvøld Evropa farvæl.

Kvinnurnar úr Hoyvík góvu alt, tær áttu, men tað rakk ikki til meir enn eitt tepurt 28-26 tap, og tí vórðu áttandapartsfinalurnar endastøðin í Evropa Cup.

Onnur áttandapartsfinalan var sera jøvn, men gjørdist ongantíð ordiliga spennandi. Trupulleikin var fyrri dysturin millum liðini leygardagin, har Atletico Guardés vann við trimum málum.

Gamaní, hoyvíkingar vístu bæði dirvi og dygd, men stóran part av dystinum var antin javnleikur ella tepur sponsk leiðsla.

Eina løtu sá gott út - toppskjúttin hjá H71, Maria Halsdóttir Weyhe, skeyt hoyvíkingarnar framum 23-22 og 24-23, og so restaðu bert tvey mál í. Tey komu bara ikki, og so vunnu favorittarnir úr Atletico Guardés við tveimum.

Spanska liðið, sum spældi báðar dystirnar á heimavølli, var mett sum favorittur undan dystunum, og tað livdu tær upp til, men H71 vísti aftur í ár, at tær kunnu standa seg í evropeiskari kapping. 

Atletico Guardés - H71 28-26 (13-12)

H71-toppskjúttar: Maria Halsdóttir Weyhe 7, Guðrið á Borg 4, Jana Mittún 4, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 3

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655