Skøvaðir bilar í Runavík

Skøvaðir bilar í Runavík
Bilarnir stóðu á einum 200 metra longum teini á Berjavegi til Gerðisveg
Fleiri enn 10 bilar vóru skøvaðir, og fráboðanin kom um seks-tíðina í gjárkvøldið. (Savnsmynd)
 
23.01.2023 - 08:59

Politiið vil fegið frætta frá fólki, sum halda seg vita okkurt um herverkið í Runavík í gjár.

Fleiri enn 10 bilar vóru skøvaðir.

Fráboðanin kom um seks-tíðina í gjárkvøldið.

Bilarnir stóðu á einum 200 metra longum teini á Berjavegi til Gerðisveg.

Ikki er staðfest, hvat er brúkt til at skava bilarnar.

Politiið hevur enn onga slóð at elta, og vil tí fegið frætta frá fólki, sum heldur seg vita okkurt um herverkið. 

Politiið hevur telefonnummar 114 og 351448.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846