Biden kemur við fráboðan um Ukraina í dag

Biden kemur við fráboðan um Ukraina í dag
Amerikanski forsetin fer væntandi at boða frá, at USA er til reiðar at senda Ukraina stríðsvognar
Joe Biden, forseti, kemur við fráboðan í dag, væntandi um stríðsvognar til Ukraina.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
25.01.2023 - 15:18

Amerikanski forsetin, Joe Biden, kemur í dag við eini fráboðan um Ukraina. Hetta verður helst seint seinnapartin.

Tað upplýsa Hvítu húsini.

Evnið verður helst at útflýggja av stríðvognar.

Fráboðanin kemur, eftir at týskir myndugleikar fyrr í dag boðaðu frá, at teir heimila, at týskt-framleiddir Leopard 2-stríðsvognar kunnu sendast Ukraina, og at Týskland sjálvt eisini fer lata Ukraina 14 máttmiklar stríðvognar úr síni goymslu.

Ætlanin hjá Týsklandi er at senda nærum 100 stríðsvognar til Ukraina.

 

Týskland fer væntandi at senda 100 stríðsvognar til Ukraina. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Vreiði í Russlandi

Tíðindini um týsku avgerðina elva til vreiði í Russlandi.

- Henda sera vandamikla avgerðin lyftir ósemjuna upp á nýtt stig, og er púrasta í stríð við tað, sum týskir politikarar hava sagt, um at Týskland ikki vil dragast inn í kríggið, sigur sendiharrin hjá Russlandi í Týsklandi, Sergej Netsjajev, í fráboðan.

Amerikanskir miðlar siga, at amerikanski myndugleikar í alt størri mun nú taka undir við at senda Ukraina Abrams-stríðvognar. 

Bretland og Pólland, sum fara at senda Ukraina 14 stríðsvognar hvør, fegnast um týsku avgerðina.

 

Fleiri lond kunnu senda hjálp

Holland og Spania siga, at tey eru til reiðar at senda stríðsvognar, um Ukraina hevur tørv á tí. Hinvegin hevur Frakland fyribils lovað at senda eitt minni slag av stríðsvognum til Ukraina.

Nú Týskland hevur givið londum samtykki um, at stríðsvognar, sum eru framleiddir í Týsklandi, kunnu sendast til Ukraina,  kann tað møguliga fáa fleiri lond at veita Ukraina hjálp.

Spanski verjumálaráðharrin, Margarita Robles, sigur í sponskum sjónvarpi, at tey umhugsa at senda Leopard 2-stríðsvognar, og at veita upplæring, og hvussu stríðsvognarnir skulu haldast.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. desember
Ljósið rann av kærkeiks runni (1:2)
201928
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Mariu kirkjuni
201965
Mikudag 24. desember
Men tað hendi...
201510
Mikudag 24. desember
Jólaheilsanir 2025
201955
Mikudag 24. desember
Morgunlestur mikudagur 24.desember 2025
201877
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. desember
Margreta
201861
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (1:2)
201869
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (2:2)
201872
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933
Týsdag 23. desember
Palli Halaleysi
201935