Á Breddanum: Fiskavirkisskipan og borgarating

Á Breddanum: Fiskavirkisskipan og borgarating
Orðaskifti verður í útvarpsstovuni um tilmælið frá ALS-stýrinum at broyta fiskavirkisskipanina
Stýrið fyri ALS mælir til at stytta tíðina, sum tú kanst vera í fiskavirkisskipanini, niður í helvt. (Savnsmynd)
 
26.01.2023 - 09:26

Útreiðslurnar til fiskavirkisskipanina vaksa, hóast arbeiðsloysið er minkað seinastu árini.

Stýrið í ALS mælir nú til at stytta tíðarskeiðið, sum fólk kunnu vera í skipanini, úr átta niður í fýra vikur, altso niður í helvt.  

Eyðfinn Jacobsen, stýrisformaður í ALS, og Jórun Gardar, ráðgevi í Vinnuhúsinum, siga sína hugsan um málið, og síðani verður politiskt orðaskifti í útvarpsstovuni millum Hervør Pálsdóttir í Tjóðveldi, Sólvit Nolsø í Framsókn og Jørgen Niclasen í Fólkaflokkinum. 

 

Borgarating

Borgarafundir eru góðir, men Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, skjýtur upp, at kommunan skipar borgarating, tá stórmál eru á skránni.

Á tann hátt kunnu málini vera greiðari at viðgera á til dømis einum borgarafundi, áðrenn endalig støða verður tikin, heldur hann. 

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. juli
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
210546
Mánadag 6. juli
HM-tíðindi 5. juli 2026
210545
Sunnudag 5. juli
Tónleikur í 13 øldir (1:10)
210355
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521