Kanna málið um skøvaðu bilarnar

Kanna málið um skøvaðu bilarnar
12 bilar, sum stóðu á Berjavegi í Runavík sunnudagin 22. januar, blivu skøvaðir
Tað var ikki ein tespilig sjón, ið møtti fleiri runavíkingum ein morgunin herfyri, tá umfatandi herverk var framt á bilar teirra
Mynd: Sigbjørg Andreassen  
 
26.01.2023 - 14:02

Politiið kannar framvegis málið um skøvaðu bilarnar í Runavík.

Men enn er eingin undir illgruna.

Politiið vildi fegin frætta frá fólki, sum hildu seg vita okkurt um hendingina.

Men eingin hevur gjørt vart við seg, sigur Jan Poulsen, økisleiðari í norðurøkinum hjá politinum.

 

12 bilar skøvaðir

12 bilar, sum stóðu á Berjavegi í Runavík sunnudagin 22. januar, blivu skøvaðir.

Hetta er hent millum klokkan hálvgum seks og klokkan 11 minuttir í seks hetta sunnukvøldið.

Tað veit politiið, tí ein maður fór frá bilinum hjá sær klokkan hálvgum seks.

Tá hann kom aftur til bilin kl. 17.49, var hann skøvaður.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213