Raðhús og sethús á Argjum

Raðhús og sethús á Argjum
Lendið, sum verður boðið út, er oman fyri Klingurstjørn, skúlan og dagstovnin á Argjahamri
Ætlanin er, at 170 til 190 bústaðir skulu vera á Argjahamri (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
26.01.2023 - 08:40

Tórshavnar kommuna fer nú at bjóða út lendi til íbúðir, raðhús og sethús á Argjum.

Lendið er oman fyri Klingurstjørn, skúlan og dagstovnin á Argjahamri og bústaðarøkið á Hamrinum.

Ætlanin er, at har skulu vera millum 170 og 190 bústaðir. Ætlanin er at bjóða bústaðabyggingina út í stigum.

Fyrsta stigið er lendið vestan fyri raðhúsaøkið á Viðargøtu. Har skulu byggjast 11 raðhús.

 

(Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Brúk fyri 3.000 nýggjum bústøðum
 
Sambært kommunuætlanini hjá Tórshavnar kommunu frá 2020 er brúk fyri 3.000 nýggjum bústøðum fram til 2032. 

Tað eru í miðal 250 nýggjar bústaðir um árið síðani 2020. 

Býráðið fer í dag at taka støðu til eitt tilmæli frá umsitingini um at bjóða lendi út til at byggja bústaðir, stovnar og vinnubygningar.

Eisini verður mælt til, at møgulig útbygging av skúlanum á Argjahamri verður við einari hædd omaná.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096