- Tíðindi, mentan og ítróttur
Súsanna Olsen í býráðið
Súsanna Olsen í býráðið
Súsanna Olsen kemur fyri Ruth Vang, sum er farin í landsstýrið

Súsanna Olsen er nýggjur býráðslimur hjá Framsókn í Tórshavnar býráð.
27.01.2023 - 09:04
Súsanna Olsen í Framsókn er nú komin í Tórshavnar býráð.
Tað var staðfest á býráðsfundinum í gjár.
Súsanna Olsen kemur fyri Ruth Vang, sum er farin í landsstýrið.
Súsanna Olsen fekk 171 atkvøður á kommunuvalinum í 2020. Súsanna Olsen er eisini vald í í byggi- og býarskipanarnevndina, teknisku nevnd og í mentamálanevndina fyri Ruth Vang.
Hon er eisini komin í skúlastýrini og bygginevnd fyri nýtt røktarheim og røktaríbúðir.
Nummar trý á listanum hjá Framsókn er Bjarni Kárason Petersen.
Hann er eisini í landsstýrinum, so nú er nummar fýra, Bergun Kass, varafólk.
Hon fekk 143 atkvøður á kommunuvalinum 10. november 2020.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV