Tríggir europameistarar

Tríggir europameistarar
Tríggir føroyskir røðarar gjørdust í gjár europameistarar í inniróðri, tá ið kappast var á 500 metra teininum til EM, sum er um vikuskiftið í París.
Fegnir røðarar eftir ein góðan dag í París í gjár
Mynd: Róðrarsamband Føroya  
 
28.01.2023 - 10:20

Sarita Kristina Hansen vardi sítt EM-heiti hjá kvinnum, Mattias Durhuus vann EM hjá monnum í U19-bólkinum, og hjá kvinnum í U23-bólkinum vann Vár Guriardóttir Hansen EM og Sára Maria Johansen vann bronsuna, og Zoe Elisabeth Dickson vann silvur í lættvekt hjá kvinnum í U23-bólkinum.

Hini, sum eru við, kláraðu seg eisini væl í sínum kappingum, tí hóast hundraðtals røðarar úr øllum Europa eru við, vóru føroyingarnir millum tey fremstu í øllum sínum kappingum.

Í dag skulu sjey føroyskir røðarar royna seg í kapping um EM-heitini á 2.000 metra teininum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025