15 flokkar hava fleiri enn 24 næmingar

15 flokkar hava fleiri enn 24 næmingar
Formaðurin í Lærarafelagnum heldur, at næmingatalið átti at farið niður í 18, fyri at næmingarnir kundu fingið mest burturúr fakliga
Flokkarnir í fólkaskúlanum eru ov stórir, sigur formaðurin í Lærarafelagnum. (Savnsmynd)
 
31.01.2023 - 09:51

Sjálvt um tað stendur í fólkaskúlalógini, at "Við skúlaársbyrjan eigur næmingatalið vanliga ikki at fara upp um 24 í hvørjum flokki", so eru 15 flokkar í fólkaskúlanum, ið hava 25 ella 26 næmingar í flokkinum. 

- Tað er ikki í lagi, flokkarnir eru ov stórir, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag.

 

Jacob Eli S. Olsen er formaður í Lærarafelagnum. 

 

Hann heldur, at næmingatalið átti at farið niður í 18, fyri at næmingarnir kundu fingið mest burturúr fakliga.

Gransking aðrastaðni kemur fram á talið 18 sum eitt hóskandi tal. Í øðrum londum hava tey góðar royndir av at hava smærri flokkar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

31012023_Jacob_Eli_

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. apríl
PLÁTUPANELIÐ #39 (1977)
206615
Leygardag 4. apríl
Tvey velja páskatónleik
206614
Leygardag 4. apríl
Jambalaja - 040426
206613
Leygardag 4. apríl
Upp á tá - 030426
206605
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563