Ársins ítróttastjørnuskot: Óli Mittún

Ársins ítróttastjørnuskot: Óli Mittún
17 ára gamli hondbóltsspælarin Óli Mittun er kosin ítróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2022.
Til U18 EM-endaspælið varð 17 ára gamli Óli kostin besti leikari í kappingini.
 
04.02.2023 - 20:45

Heiðurin sum ársins ítróttastjørnuskot verður latin ítróttafólki, sum við miðvísum arbeiði hevur skarað framúr. 

Og hóast hann einans er 17 ára gamal, so hevur ungi bóltsnillingurin úr Hoyvík sanniliga skarað framúr.

Tað veri seg bæði í svartari H71-troyggju, hvítari landsliðstroyggju og nú eisini gulari Sävehofs-troyggju. 

 

Eitt supertalent 

Í 2022 hevur Óli Mittún av álvara sligið sítt navn fast, bæði í Føroyum og uttanlands.

Á sumri endaði føroyska U18-manslandsliðið við Óla Mittún á odda á einum sera flottum níggjunda plássi til EM. Eisini har skaraði Óli framúr. Hann var toppskorari í kappingini, og hann var kosin besti hondbóltsleikari í Evropa í U18-árganginum.

Tað var eisini í summar, at Óli skifti felag úr H71 til svenska IK Sävehof, sum spælir í bestu svensku kappingini. Har hevur hann tikið bæði áskoðarar, liðfelagar og venjarar á bóli við sínum kviku fótfintum og knallhørðu skotum. 

Og í sínum fyrsta A-landsliðsdysti á heimavølli í oktober í fjør gjørdist hann toppskjútti við heili sjey málum. 

 

- Hann hevur eina bjarta framtíð 

Hann spælir dagliga í bestu svensku hondbóltsdeildini, og vit hava fingið eina heilsan sendandi frá venjara hansara, Michael Apelgren.

- Heiðurin er honum væl uppiborin. Hann er ótrúliga evnaríkur ungur ítróttarmaður, sigur Apelgren um unga bóltsnillingin úr Hoyvík. 

Apelgren hevði nógv føgur orð at siga um unga hondbóltsúrmælingin, sum sæst í heilsanini niðanfyri. 

11_Venjari_um_Ola_teksta

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659