Á Breddanum: Fíggjarlóg og ferðaseðlaprísir hjá SSL

Á Breddanum: Fíggjarlóg og ferðaseðlaprísir hjá SSL
Politiskir eygleiðarar og tingfólk siga sína hugsan um fíggjarlógaruppskotið, og landsstýrismaðurin verður spurdur, hvat hann ætlar við ferðavinnuni
Fíggjarlógaruppskotið fyri 2023 hjá nýggju samgonguni verður viðgjørt í Breddanum í dag.
 
15.02.2023 - 09:21

Fíggjarlógin hjá nýggju samgonguni kom í tingið í gjár. 

Nú verður avlopið 141 mió kr. í staðin fyri 12, sum var uppskotið tá undanfarna landsstýri. Men andstøðan sóknast eftir politikkinum, tí uppskotið er at kalla tað sama sum hjá undanfarnu samgongu. 

Hevur samgongan latið fyrsta møguleikan fara aftur við borðinum?

Vit fáa vitjan av tveimum eygleiðarum, og tinglimir koma eisini í útvarpsstovuna.

 

Ferðaseðlaprísir

Strandferðslan skal endurnýggja ferðaseðlaprísirnar, soleiðis at útoyggjafólk sleppa bíligari og útlendingar rinda meira. Men hvat sigur ferðavinnan til hetta? Og hvat ætlar landsstýrismaðurin í ferðavinnumálum?

Breddin í útvarpinum klokkan 10. Sendingin verður eisini stroymd á kvf.fo.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360