Faroe Agency keypt eitt skip aftrat

Faroe Agency keypt eitt skip aftrat
Hannes Þ. Hafstein er keypt úr Íslandi, og skipið verður í Føroyum seinnapartin í morgin
Hetta er skipið, sum Faroe Agency hevur keypt úr Íslandi.
 
17.02.2023 - 18:00

Hannes Þ. Hafstein, íslendskt bjargingarskip, er selt til Føroya, skriva Fiskifréttir.

Fýra mans komu úr Føroyum í gjár eftir skipinum, og teir eru nú á leiðini til Føroya. 

Faroe Agency hevur keypt skipið, og stjórin, Karl Erik Reynheim, er sjálvur umborð á skipinum, nú teir nærkast Vestmannaoyggjunum, har teir bunkra, áðrenn teir leggja leiðina yvir hav til Føroya.

Skipið skal brúkast í loðs- og tænastuvinnu, sigur stjórin í Faroe Agency. 


Karl Erik Reynheim er stjóri í Faroe Agency.


Eiga tvey skip

Felagið eigur tvey skip, Annu og Mariu, og hetta triðja skipið skal eita Herborg.

Tveir mans vera við skipinum, tá ið tað er í vinnu. 

Skipið er bygt í Onglandi í 1982, og var keypt til Íslands í 2003.

Skipið skal umskrásetast og lúka krøvini hjá Skipasýninum, áðrenn tað fer í sigling. 

Karl Erik Reynheim og hinir tríggir umborð koma á Klaksvík seinnapartin í morgin. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595