Fleiri avlýsingar vegna veður

Fleiri avlýsingar vegna veður
Strandfaraskip Landsins boða frá avlýsingum og broytingum.
 
19.02.2023 - 15:45


Vánaliga veðrið hevur eisini sína ávirkan á samferðsluna, og Strandafaraskip Landsins boða frá bæði avlýsingum og broytingum.

Fráferðin hjá Smyrli av Krambatanga klokkan seks er framskundað til klokkan fýra, og túrurin av Havnini klokkan átta í kvøld verður sigldur klokkan hálvgum sjey.

Bygdaleiðis í Suðuroynni koyra í sambandi við broyttu ferðaætlanina.

Síðsti túrur hjá Teistanum út í Hest nú klokkan hálvgum trý er avlýstur, og tað eru eisini síðsti túrur hjá Teistanum úr Skopun klokkan fimm minuttir í hálvgum sjey og av Gomlurætt klokkan eitt korter til átta.

Strandfaraskip Landsins boða eisini frá, at roknast kann við broytingum ella avlýsingum á oyggjaleiðum og bygdaleiðum í dag og í morgin.

Og vit kunnu nevna, at fyri veður siglir Smyril ikki túrarnar í morginári klokkan seks av Krambatanga og av Havnini klokkan trý korter til níggju.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360