30 fólk vald í grundlistanevnd

30 fólk vald í grundlistanevnd
Bæði Føroya rættur og landsrætturin finna við lutakasti tey fólk, sum skulu brúkast, tá nevningating eru ella dómsfólk skulu brúkast
Nýggj nevningagrundlistanevnd verður vald fjórða hvørt ár. (Savnsmynd)
 
21.02.2023 - 11:40

Løgtingið hevur valt 30 fólk í eina nevningagrundlistanevnd, fimm fólk í hvørjari sýslu, 16 kvinnur og 14 menn.

Nýggj nevningagrundlistanevnd verður vald fjórða hvørt ár. 

Føroya rættur finnur við lutakasti tey fólk, sum skulu brúkast, tá nevningating eru ella dómsfólk skulu brúkast.

Síðani verður lutakast millum teirra, sum tá eru eftir, at vera nevningar ella dómsfólk, tá Eystari landsrættur er í Føroyum.

Øll kunnu ikki fara í nevningagrundlistanevndina, so sum fólk, sum fylla 80 ár í valskeiðinum, fólk, sum eru illa fyri likamliga ella sálarliga, ella fólk, sum ikki eru so stinn í føroyskum ella donskum. 

Haraftat eru nógv útilokað, so sum landsstýrisfólk, embætisfólk, prestar og læknar til dømis. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360