Kommunan keypir bygningin hjá Faroe Ship

Kommunan keypir bygningin hjá Faroe Ship
Skrivstovubygningurin er frá 1935, men hann var høvuðsumvældur í 2012
Tórshavnar býráð hevur samtykt at keypa skrivstovubygningin hjá Faroe Ship fyri 12 mió. kr.
 
24.02.2023 - 09:08

Tórshavnar kommuna keypir skrivstovubygningin hjá Faroe Ship á Eystaru bryggju fyri 12 mió. kr.

Faroe Ship bjóðaði Tórshavnar havn at keypa bygningin fyri 14 mió.kr. 

Í sambandi við, at nýggja havnarlagið verður tikið í nýtslu, fer Faroe Ship at flyta høvuðssætið í gráa pakkhúsið fyri at miðsavna virksemið á einum staði.

 

Høvuðsumvældur í 2012

Skrivstovubygningurin er frá 1935, men hann var høvuðsumvældur í 2012.

Sambært Faroe Ship var bygningurin í 2019 mettur at vera 16,5 mió.kr. verdur.

Fyri at hava betri møguleika at skipa havnarøkið og kunna stýra virkseminum har, heldur Tórshavnar havn, at tað er ein fyrimunur, at Tórshavnar havn keypir skrivstovubygningin.

 

Faroe Ship flytur høvuðssætið í gráa pakkhúsið fyri at miðsavna virksemið á einum staði. (Mynd: Faroe Ship)

 

Semja um 12 milliónir

Hann kann síðani leigast til hóskandi leigara heldur enn, at ein tilvildarligur keypari er, sum sagt verður í skránni fyri býráðsfundin í gjár.

Semja er um, at keypsprísurin er 12 mió kr. 

Yvirtøkudagurin er tveir mánaðir eftir, at Faroe Ship er flutt út í høvuðssætið í gráa pakkhúsi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776