Sleppa ikki í skúlan, sum er fyrstaval

Sleppa ikki í skúlan, sum er fyrstaval
Tórshavnar kommuna vísir í staðin næmingum til m.a. Eysturskúlan og Skúlan á Argjahamri
Skúlin á Fløtum er fyrstaval hjá nógvum foreldrum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
27.02.2023 - 11:29

Aftur í ár eru fleiri børn í Tórshavnar Kommunu sum ikki sleppa í skúlan, sum tey hava sum fyrstaval.

Og aftur í ár eru tað Skúlin á Fløtum, Sankta Frans skúli og Hoyvíkar skúli, sum hava størstan áhuga.

- Talan er um 12 børn, sum ikki sleppa í fyrsta flokk í Skúlanum á Fløtum, sigur Regin Marnerson, skúlastjóri. 

Tó er gott pláss í forskúlanum á Fløtum. 

Einastu børnini, sum eru sloppin inn á Skúlan á Fløtum, eru tey, sum hava gingið í forskúla, ella hava systkin í skúlanum.

 

Eysturskúlin. (Mynd: Tórshavnar kommuna)

 

Verða víst til aðrar skúlar

Við øðrum orðum eru børnini, sum lúka treytirnar, at tey skulu búgva í nærumhvørvinum, ikki sloppin inn. 

Kommunan vísir hesum børnum til Eysturskúlan ella Skúlan á Argjahamri. Og tey, sum ikki sleppa inn í Hoyvíkar skúla, vera víst til Skúlan á Løgmannabreyt. 

50 børn vilja ganga í Hoyvíkar skúla, men skúlin hevur pláss fyri 48 næmingum. Sostatt eru tveir næmingar vístir til Skúlan á Løgmannabreyt. 

Í hádeildini er nýggj regla, at tað bara eru næmingar í Havn, sum kunnu søkja inn á ítróttabreyt í Skúlanum á Fløtum. 

Tað merkir, at kemur eitt barn úr Kvívík til Havnar at ganga í framhaldsdeild, kann tað ikki søkja um at sleppa at ganga á ítróttabreytini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444