Steypafinalur í flogbólti

Steypafinalur í flogbólti
Um vikuskiftið eru steypafinalurnar í flogbólti, og tær tilsamans 14 finalurnar verða spældar í høllini á Hálsi í Havn.
 
04.03.2023 - 11:35

Lagt varð til brots í gjárkvøldið við trimum finalum, í dag eru sjey og í morgin fýra steypafinalur.

Tilsamans níggju feløg hava lið í finalunum, og sum vant er SÍ best umboðaða felagið við ikki færri enn níggju finaluliðum, meðan Mjølnir og Fleyr koma sørvingum á baki við ávikavist fimm og fýra liðum og eisini nýggjasta felagið, Ternan, hevur fýra ung lið við.

Teir báðir stóru dystirnir verða í dag klokkan 16, tá ið SÍ og Fleyr spæla kvinnufinaluna og í kvøld klokkan 19, tá SÍ og Mjølnir spæla steypafinaluna hjá monnunum.

Sjónvarpið vísir hesar báðar dystirnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328