Námsfrøðingarnir fingu ikki sítt lønarlyft

Námsfrøðingarnir fingu ikki sítt lønarlyft
Nógvir vónbrotnir námsfrøðingar hugdu inn á kontuna í morgun, nú almennu lønirnar fyri januar eru goldnar
Pedagogar á ansingarstovnum stúrsaðu við, tá hugt var inn á kontunu í morgun, og einki lønarlyft var útgoldið. (Savnsmynd)
 
26.01.2024 - 13:18

Námsfrøðingarnir hava ikki fingið lønarlyftið, sum samgongan lovaði teimum.

Í samgonguskjalinum avtalaði samgongan, at lægst løntu bólkarnir á umsorganarøkinum skuldu fáa eitt lønarlyft.  

Og 30. mars lovaðu tey millum annað námsfrøðingunum eitt lønarlyft, ið skuldi koma oman á lønarkarmin, og ikki vera partur av lønarsamráðingunum annars. 

Lovaða lønarlyftið skuldi vera galdandi frá 1. januar 2024.

 

Mirjam Johannesen er leiðari á dagstovninum Sólareygað.

 

Men tað vóru nógvir vónbrotnir námsfrøðingar, sum hugdu inn á kontuna í morgun, nú almennu lønirnar fyri januar eru útgoldnar. Tí har var onki lønarlyft.

Mirjam Johannesen er námsfrøðingur og leiðari á dagstovninum Sólareygað í Havn:

 

26012024_Pedagogur_og_lonarlyft

 

Jógvan Philbrow er formaður í Pedagogfelagnum. 

 

Námsfrøðingar hava eisini vent sær til Pedagogfelagið í dag, nú lønin ikki var sum væntað.

Men Jógvan Philbrow, formaður, veit ikki nógv at siga, hví lønarlyftið ikki sæst á kontuni:

 

26012024_Philbrow_um_lonarlyft

 

Útvarpið ætlaði at spyrja Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, hví námsfrøðingarnir ikki hava fingið lovaða lønarlyftið, hvat tað er fyri praktiskur trupulleiki, sum Jógvan Philbrow tosar um, og um lønarlyftið nú er vorðið partur av sáttmálasamráðingunum.

Men Ruth Vang hevði onga viðmerking til tíðindasendingina á middegi.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Sunnudag 7. juni
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
209382
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233