Fimm stuttfilmir innstillaðir

Fimm stuttfilmir innstillaðir
Aftur í ár skulu Føroya bestu stuttfilmar kjósast. Norðurlandahúsið borðreiðir við einari filmsskrá, ið røkkur evnisliga víða.
Norðurlandahúsið verður aftur í ár karmur um Geytan, har bestu føroysku stuttfilmar verða kjósaðir.
 
29.01.2024 - 19:33

Víst verður alt frá føroyskum animatiónsfilmi, absurdum familjuveitslum, fordómum, strongdum par- og vinarløgum, sjálvmorði og sorg.

Úrvalsnevndin, hevur eftir drúgva gjøgnumgongd av 11 filmum, valt at senda fimm stuttfilmar víðari í kappingini.

Tey innstillaðu eru:

Andrias Høgenni við filminum, “Lið við lið”, Brandur Teitsson við “Undir”, Katrin Joensen-Næs við “SÆLA”, Terji Mohr við “Død af Grin” og Tóki Jansson við “Óveruliga verðin hjá Aldu”

Hesi eru í kapping um virðislønirnar, Geytin á 40.000 krónur, sum er latin av Runavíkar kommunu, og Áskoðaravirðislønina á 30.000 krónur, ið er latin av Tórshavnar kommunu.

Útyvir hetta verður ein serstøk umtala latin filminum, “Føðingardagurin” hjá Tóri Mikkelsen. Filmurin vann 48-tíma kappingina, ið Klippfisk skipaði fyri í sambandi við Fjølmentanarvikuna í fjør. 

Geytin skal birta, stimbra og eggja til áhuga fyri føroyskari stuttfilmslist. 

Í úrvalsnevndini fyri Geytan sita umboð fyri Filmshúsið, Kringvarp Føroya, Føroysk Filmsfólk, Filmsfelagið og Klippfisk.

Og tað er 9. februar í Norðurlandahúsinum, at bestu stuttfilmar verða kjósaðir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
HM-tíðindi 06 juli 2026
210564
Mánadag 6. juli
RagnarRokk: Jack Owen um Next to Die
209117
Mánadag 6. juli
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
210546
Mánadag 6. juli
HM-tíðindi 5. juli 2026
210545
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521