24 vilja vera stjóri í IRF

24 vilja vera stjóri í IRF
19 menn og fimm kvinnur hava søkt starvið, og allir umsøkjararnir eru føroyingar
IRF hevur sett sær sum mál, at helvtin av burturkastinum skal endurvinnast í 2030.
 
02.02.2024 - 15:31

24 fólk vilja vera stjóri í IRF.

Tað upplýsir Gunvá við Keldu, nevndarforkvinna.

19 menn og fimm kvinnur hava søkt starvið, og allir umsøkjararnir eru føroyingar.

IRF skal hava nýggjan stjóra, tí Poul Andrias Joensen, sum hevur verið stjóri í meira enn 30 ár, fer frá fyri aldur.

Gunvá við Keldu sigur, at nevndin fer nú undir at viðgera umsóknirnar, og miðað verður eftir at seta nýggjan stjóran um einar 14 dagar.

 

Poul Andrias Joensen hevur verið stjóri íRF í meira enn 30 ár, men gevst nú fyri aldur. (Savnsmynd)

 

Helvtin skal endurvinnast

Okkurt um 100 fólk arbeiða hjá IRF.

Nýggi stjórin hevur yvirskipaðu leiðsluna hjá IRF í samstarvi við leiðslutoymið. Stjórin hevur evstu fíggjarligu ábyrgdina, og skal fyrireika politisku skipanina at taka rættar avgerðir.

Á burturkastøkinum hevur IRF sett sær sum mál, at 50 prosent av burturkastinum skulu endurvinnast í 2030.

Allar kommunur uttan Tórshavnar kommuna eru í IRF, sum er ein interkommunalur renovatiónsfelagskapur. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328