Aggrasoppar, Elinborg og Shitboys til The Great Escape

Aggrasoppar, Elinborg og Shitboys til The Great Escape
Triðja árið á rað hava fleiri føroysk tónlistafólk fingið møguleikan at spæla á spennandi showcase-festivalinum The Great Escape Festivalinum í Brighton í Onglandi
Aggrasoppar, Joe & The Shitboys og Elinborg vera føroysku umboðini á The Great Escape í ár
 
02.02.2024 - 15:30

Elinborg, Aggrasoppar og Joe & The Shitboys vera føroysku umboðini á spennandi showcase-festivalinum The Great Escape Festivalinum í Brighton í Onglandi í ár. 

Hetta boðar Faroe Music Export (FMX) frá í tíðindaskrivi. 

Hetta er triðja árið á rað, at Føroyar vera so væl umboðaðar á viðurkenda showcasefestivalinum.

 

 

Nýggjur tónleikur í miðdeplinum

The Great Escape Festivalurin er ein tríggjar dagar langur tónleikafestivalur, sum fer fram í Brighton í Onglandi hvørt ár í mai. 

Endamálið við festivalinum er at vísa fram nýggjan tónleik í nógvum ymiskum sjangrum.

Festivalurin varð stovnaður í 2006 og hýsir umleið 300 bólkum, sum spæla á 30 ymiskum pallum kring allan býin.

 

Fólk frá tónleikavinnuni

The Great Escape Festivalurin er kendur fyri at vera ein showcasefestivalur, har mest týðandi vinnulívsfólkini í tónleikavinnuni finna gávaði tónlistanøvn.

Ferð eftir ferð hevur festivalurin víst seg at vera ein umráðandi lopfjøl á yrkisleiðini hjá tónlistafólkum, sum hava spælt á festivalinum. Millum kendastu nøvnini, ið hava spælt á The Great Escape tíðliga á teirra yrkisleið, eru eitt nú Ed Sheeran, Adele, Sigrid, Aurora, Rag'n'Bone Man, John Grant, Wet Leg, Charli XCX, Mø, Bastille, Christine & The Queens, Ben Howard, Bon Iver, Mumford & Sons, Highasakite, Laura Marling og onnur.


FRUM var eitt av føroysku nøvnunum, ið framførdu á The Great Escape í fjør (Mynd: Waterbear)

 

"Vit merkja so týðiliga jaligu avleiðingarnar, sum hava verið seinastu árini orsakað av The Great Escape. Áhugin fyri Føroyum og fyri føroyskara tónleikapallinum er nógv vaksin. Tað verður lagt merki til okkum á sera jaligan hátt," sigur Glenn Larsen, leiðari fyri FMX. 

Adam Ryan, ið setur tónleikaskránna saman á The Great Escape, er fegnast eisini vegna føroysku tónlistafólkini. 

"Vit eru fegin um, at The Great Escape Festivalurin kann veita ein pall, har tónlistanøvn úr Føroyum kunnu framføra sín tónleik fyri altjóða tónleikavinnuni," sigur Adam Ryan. 

Umframt konsertir, so eru eisini onnur tiltøk á festivanum, eitt nú ein stór ráðstevna, har serfrøðingar og onnur í altjóða tónleikavinnuni hava framløgur og kunnu skifta orð á kjakborðsfundum og netverka í stóran mun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053