Danska flogfarið fór ongantíð á flog

Danska flogfarið fór ongantíð á flog
Challenger-flogfarið hjá donsku verjuni hevði tekniskar trupulleikar
Challenger-flogfarið er væl útgjørt til leiting, men tað kom ikki til Føroya, tí tað hevði tekniskar trupyulleikar. (Savnsmynd)
 
06.02.2024 - 14:44

Danska flogfarið, sum skuldi hjálpa Brimli og hinum at leita eftir teimum báðum monnunum á Kambi, sum ikki eru komnir afturíaftur, kom ikki til Føroya.

Flogfarið fór ongantíð á flog úr Danmark, tí tað hevði tekniskar trupulleikar, sigur Edvard Bjarnastein, deildarleiðari á MRCC.

Challenger-flogfarið er annars væl útgjørt til leiting, tí tað hevur m.a. hitasøkjara.

Sostatt eru tað bara Brimil, skip á leiðini og bjargingartyrlan, sum í løtuni leita eftir monnunum, sum ikki eru komnir afturíaftur.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 15.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425