
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Einki føroyskt eftirlit við uppsøgdum útlendingum

Í Føroyum eru umleið 10 ymisk uppihaldsloyvi. Eitt av hesum uppihaldsloyvum er snarskipanin, sum kom í gildi í 2021.
Snarskipanin gevur vinnuni lættari atgongd til arbeiðsmegi úr londum uttan fyri ES, og skipanin er í gildi, so leingi arbeiðsloysið er undir 3,5%.
Í 2023 fingu 372 uppihaldsloyvi gjøgnum snarskipanina.
Men hvat hendir við teimum, tá føroyskir arbeiðisgevarar siga tey úr starvi?
Tann 08. november 2023 fingu 140 fólk uppsagnarbræv frá Bakkafrosti. Talan var bæði um føroyingar og útlendingar, segði Regin Jacobsen, stjóri, í sambandi við uppsagnirnar.
Sambært tølum, sum Kringvarpið hevur fingið frá ALS vóru 40 av teimum uppsøgdu útlendingar, og tað váttar Bakkafrost.
Danskir myndugleikar ábyrgd av eftirlitinum
Føroyskir myndugleikar vita ikki, hvørji hesi 40 fólkini eru, hvørji uppihaldsloyvi tey hava, ella hvar tey eru nú, tí tað er danski myndugleikin Styrelsen for International Rekruttering og Integration (SIRI), sum hevur ábyrgd av hesum eftirlitinum.
Tá ein útlendskur arbeiðstakari verður sagdur úr starvi, skal viðkomandi tískil boða SIRI frá broyttu umstøðunum. Eins og arbeiðsgevarin skal boða danska myndugleikanum frá.
Útlendingastovan er hoyringspartur, tá ið útlendingar verða sagdir úr starvi, men eftirlitið er hjá donskum myndugleikum.
Yvirtøka av umsitingini, og harvið eftirlitinum, verður væntandi seinni í ár, sigur Sólva Dam, leiðari á Útlendingastovuni.
Eftirlit skjótt á føroyskar hendur
Peningur er settur av á fíggjarlógini til yvirtøku av hesum eftirlitinum sambært landsstýrismanninum, Bjarna Kárason Petersen, sum varðar av útlendingamálum.
Yvirtøkan verður væntandi í vár, sigur Bjarni Kárason Petersen. Frameftir fara føroyskir myndugleikar sostatt at hava eftirlit við, hvat hendir við teimum útlendingunum, sum verða sagdir úr starvi á føroyskum arbeiðisplássum.



























