- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vanlukkutilbúgvingin á Suðuroyar Sjúkrahúsi sett í verk
Vanlukkutilbúgvingin á Suðuroyar Sjúkrahúsi sett í verk
Teir fjúrtan menninir, sum komu á Suðuroyar Sjúkrahús í morgun, hava tað allir, eftir umstøðunum, gott

Vanlukkutilbúgvingin á Suðuroyar Sjúkrahúsi bleiv sett í verk alt fyri eitt, tá ringt varð av MRCC støðini á Sjúkrahúsið.
Mynd: savn
06.02.2024 - 21:10
Teir fjúrtan menninir, sum komu á Suðuroyar Sjúkrahús í morgun, hava tað allir, eftir um støðunum, gott.
Teir trettan eru farnir heim, meðan ein framvegis er á Sjúkrahúsinum til observatión.
Tað var beint fyri klokkan átta í morgun, at ringt varð av MRCC støðini á Sjúkrahúsið.
Boðini vóru, at ein bátur var farin á síðuna nakað sunnanfyri, og at sekstan mans vóru umborð og at tyrlan var á veg eftir teimum.
Hoyr samrøðu við Hanus Toftheyggj, stjóra á Suðuroyar Sjukrahúsi, í tíðindunum á nátturða:
1652743
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























