Kongshjúnini til Føroya í summar

Kongshjúnini til Føroya í summar
Eftir ætlan verður vitjanin frá 11. til 14. juni
Fríðrikur kongur og Mary drotning koma til Føroya í summar.
Mynd: Kongshúsið  
 
09.02.2024 - 13:23

Danska kongshúsið hevur í dag boðað frá, at kongshjúnini koma til Føroyar á almenna vitjan í summar. Eftir ætlan verður vitjanin í døgunum 11. til 14. juni.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, er vertur fyri vitjanini.

Farið verður nú at fyrireika vitjanina saman við øllum viðkomandi pørtum, upplýsir Løgmansskrivstovan.

- Hetta er fyrsta vitjanin hjá Fríðriki kongi og Mary drotning í Føroyum, síðani tey tóku við trónuni. Eg gleði meg at bjóða teimum vælkomnum til Føroya sum kongshjún, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525