Tryggjaði sær finaluplássið í evstu løtu

Tryggjaði sær finaluplássið í evstu løtu
Í síðstu sekundunum tryggjaði Tróndur Kragesteen Neistanum plássið í steypafinaluni, har teir bláu skulu spæla ímóti VÍF, sum vann sítt finalupláss í gjár
Tróndur Kragesteen avgjørdi í síðstu sekundunum í Kollafirði
 
11.02.2024 - 20:34

Við máli í evstu løtu tryggjaði Tróndur Kragesteen Neistanum pláss í steypafinaluni í hondbólti.

Í seinnu hálvfinaluni ímóti KÍF í Kollafirði bóðu teir bláu um leikbrá, tá bert 11 sekund vóru eftir av dystinum. Eitt mál í síðsta álopinum kundi senda Neistan í finaluna.

Tað eydnaðist, og nú bíða vestmenningar í dystinum um steypið.

 

Javnir dystir

KÍF hevði vunnið fyrru hálvfinaluna í Havn við einum málið, og tí vóru kollfirðingar lítil favorittur undan seinna dystinum í kvøld. 

Men Neistin leyp avstað frá byrjan og var frammanfyri 11-7 í steðginum.

Í seinna hálvleiki nærkaðist heimliðið spakuliga, og tá 14 sekund vóru eftir var javnleikur samanlagt, 41-41. Tá var tað, at veteranurin hjá Neistanum avgjørdi.

Seinast Neistin var í finaluni var í 2022, tá teir taptu heili 28-12 fyri H71.

Seinast teir bláu vunnu finaluni var í 2019, tá tað endaði 23-22 ímóti Kyndli.

Í gjár vann VÍF 32-28 á Kyndli. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Nýtt ljóð
213419
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221