Makrelur til vinnuligar fiskiroyndir

Makrelur til vinnuligar fiskiroyndir
1500 tons eru at søkja um
Tey 1500 tonsini kunnu fiskast í føroyskum sjógvi og NEAFC-sjógvi. (Savnsmynd)
 
13.02.2024 - 08:34

Nú ber til at søkja um at sleppa at fiska makrel til vinnuligar fiskiroyndir.

1500 tons eru at søkja um. 

Tey kunnu fiskast í føroyskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.

Serstakur dentur verður lagdur á menningar- og nýskapanarvirði.

Er talan um at fiska til matna og ídnað á sama túri, er fyrimunur, at fiskifar hevur egna kvotu til ídnað eisini. 

Bara brokpartur av kvotu, sum er latin til matna, kann fara til ídnað, sigur Fiskivinnuráðið.

Umsóknarfreistin er á middegi 1.mars.

 

Seks føroysk skip hava landað svartkjaft til Havsbrún. (Savnsmynd)

 

Svartkjaftur í Fuglafirði

Havsbrún keypti 8.875 tons av svartkjafti frá seks føroyskum skipum í síðstu viku.

Fagraberg hevði 2300 tons, Gøtunes 1900 tons, Arctic Voyager 1800 tons, Tróndur í Gøtu 1500 tons, Ango 1300 tons, og Hoyvík hevði 75 tons av svartkjafti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Fríggjadag 31. juli
Omaneftir og niðaneftir 2026
211429
Fríggjadag 31. juli
RagnarRokk: Prika Amaral um Slave Machine
209136
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373