Vitlíki lesur røntgenmyndir á donskum sjúkrahúsi

Vitlíki lesur røntgenmyndir á donskum sjúkrahúsi
Tað tekur vitlíki minni enn ein minutt at lesa myndirnar av, og sannlíkindini fyri at raka rætt eru 98 prosent
Christian Pedersen er yvirlækni á deildini fyri ortopedi á universitetssjúkrahúsinum í Aalborg. (Mynd: DR)
 
14.02.2024 - 15:26

Tá sjúklingar á universitetssjúkrahúsinum í Aalborg taka røntgenmyndir, eru tað ikki longur fakfólk, sum hyggja at myndunum, men vitlíki.

Tað tekur vitlíki minni enn ein minutt at lesa myndirnar av, og vissan fyri at raka rætt er 98 prosent.

- Um vit megna at greina rætt í fyrstu atløgu, slepst undan mistøkum, og harvið slepst eisini undan at senda boð eftir sjúklinginum at koma aftur dagin eftir, sigur Christian Pedersen, yvirlækni á deildini fyri ortopedi.

 

Royndir við 14 mió. myndum

Áðrenn vitlíki bleiv tikið í brúk, var tað roynt við 14 milliónum røntgenmyndum.

Sambært Christian Pedersen, yvirlækna, eru dømi um, at vitlíki hevur funnið brot, sum starvsfólk í fyrstu atløgu ikki hava sæð.

- Dagin eftir kanna røntgenlækni og ortopedur allar røngenmyndir og journalir fyri at vita, um tað rætta er funnið á røntgenmyndunum, sigur Christian Pedersen.

Higartil er vitlíki eisini tikið í brúk á øllum skaðastovum í Norðurjútlandi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025