Standa seg ikki serliga væl

Standa seg ikki serliga væl
Einki av teimum níggju landsstýrisfólkunum fáa so frægt sum miðalummæli í eini kanning, Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið hjá Portalinum.
Landsstýrismanningin fær einki serligt skoðsmál í nýggjari kanning
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.02.2024 - 17:52

Tey spurdu vóru spurd, hvussu tey hildu, at landsstýrisfólkini hava staðið seg, og har kundu gevast ummæli frá 1 til 5, har 1 er “sera illa” og 5 “sera væl”.

Í mun til undanfarnar kanningar ganga átta av níggju landsstýrisfólkum aftur, og tey fáa øll tað skoðsmál, at tey hava klárað seg undir miðal.

Sirið Steenberg hevur staðið seg best, men kemur akkurát ikki upp á miðal, tí hennara neyva ummæli er 2,96.

Ruth Vang og Margit Stórá hava størstu afturgongdina, ávikavist frá 3,1 til 2,4 og frá 3,0 til 2,2.

Kanningin vísir eisini, at veljarar hjá samgonguni halda løgmann klára seg best, men Margit Stórá og Dennis Holm fáa vánaligasta ummælið.

Veljararnir hjá andstøðuni halda hinvegin Djóna Nolsøe Joensen klára seg best, men geva Høgna Hoydal ringasta ummælið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655