Sigurd Lamhauge nýggjur stjóri í IRF

Sigurd Lamhauge nýggjur stjóri í IRF
Hvølli bresturin frá stjórahurðini á Landsverki, ið varð smekkað aftur, var ikki heilt tagnaður, tá boðini bórust, at Sigurd Lamhauge er settur sum stjóri í IRF í Leirvík
Sigurd Lamhauge verður nú stjóri í IRF í Leirvík
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.02.2024 - 17:40

Sigurd L. Lamhauge var rættiliga hvassoraður í útvarpstíðindunum, tá ið hann meir ella minni segði, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Dennis Holm, var beinleiðis orsøkin til, at hann segði upp sum stjóri í Landsverki.

Landsstýrismaðurin hevði ikki álit á sær sum stjóra, og hann tók heldur ikki ráð frá Landsverki til eftirtektar, segði nú fyrrverandi stjórin í Landsverki. 

Tað er tað, ið verður rópt at smekka við hurðini.

Hetta eru ákærur, ið Dennis Holm, landsstýrismaður, staðiliga vísir aftur. 

 

Stjóri í IRF

Men stjórahúrðin á Landsverki var ikki liðug at skelva, tá tað frættist, at Sigurd Lamhauge er settur sum stjóri í IRF í Leirvík, har hann avloysri Poul Andrias Joensen, ið fer frá vegna aldur.

Tað skrivar heimasíðan hjá interkommunala renovatiónsfelagsskapinum. 

Umframt at hava verið stjóri á Landsverki í góð fýra ár, hevur Sigurd L. Lamhauge starvast í nógvum ymiskum verkætlanum sum ráðgevandi verkfrøðingur í Føroyum og uttanlands.

Hann er útbúgvin elektro-mekanikari, verkfrøðingur og Master í leiðslu, skrivar IRF.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Týsdag 21. juli
Ung lesa 4.partur - Kjarr
210831
Týsdag 21. juli
Morgunlestur týsdagur
211159
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýsti - 3. partur
210483
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097