Suðuroyar sparikassi gott ár í fjør

Suðuroyar sparikassi gott ár í fjør
Vinningurin av virðisbrøvum er høvuðsorsøkin til úrslitið í 2023
Suðuroyar sparikassi væntar at hava seks milliónir kr. í avlopi í ár fyri skatt. (Savnsmynd)
 
23.02.2024 - 15:09

Í Suðuroyar sparikassa eru tey sera væl nøgd við eitt óvanliga gott ár í fjør.

Ársúrslitið í 2023 var 6,1 mió. kr eftir skatt.

Sparikassin sigur, at orsøkin til góða úrslitið er serliga vinningurin av virðisbrøvum.

Inntøkurnar av virðisbrøvum vuksu 4,7 mió. kr frá 2022 til 2023.

Í 2022 góvu virðisbrøvini eitt tap upp á 1,2 mió. kr., meðan tey í 2023 góvu ein vinning upp á 3,5 mió kr.

Grundraksturin gjørdist 59 prosent betri. Hann vaks úr 5,8 mió. kr. í 2022  upp í  9,8 mió. kr í fjør.

Útlánini eru vaksin 7,8 prosent og innlánini 1,3 prosent.

Suðuroyar Sparikassi væntar eitt avlop upp á okkurt um seks mió. kr. fyri skatt í ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531