Uriah Heep kemur at rokka Summarfestivalin

Uriah Heep kemur at rokka Summarfestivalin
Legendariski, bretski rockbólkurin, Uriah Heep, sum hevur hitt sum "Lady In Black" og "Easy Livin'", verður eitt av høvuðsnøvnunum á Summarfestivalinum í august
Mick Box, sum var ein av stovnarunum av Uriah Heep, er, sum áður nevnt, still going strong og spælir framvegis gittar í bólkinum
 
01.03.2024 - 17:30

"Lady In Black", "Easy Livin’", "The Wizard", "July Morning", "Free Me", "Stealin’" og "Gypsy". 

Hvørt føroyskt mansbarn yvir 40 kennist við heitini, tí tað eru heitir á sangum hjá kenda bretska rokkbólkinum Uriah Heep,

Uriah Heep hevur ein serstøðu millum miðaldrandi og eldri føroyingar, tí melodiøsi rokktónleikurin hjá bólkinum fangaði veruliga føroyingar í sjeytiárunum, og hittini hjá bólkinum liva enn væl millum føroyingar. 

 

Høvuðsnavn á Summarfestivalinum

Nú kemur Uriah Heep aftur til Føroya í august at hava konsert, og hesa ferð verður tað á landsins størsta palli á Vágsbøi á Summarfestivalinum í Klaksvík.

Uriah Heep hevur verið sera virkin bólkur, bæði við útgávum og ikki minst við konsertum seinnu árini.

Í løtuni eru yvir 60 konsertir á skránni í Europa og USA í 2024. Eitt nú skal Uriah Heep á bretska konsertferð saman við Judas Priest og Saxon í mars mánaði. 

Hetta greiddi Mick Box, sum er ein av stovnarunum av Uriah Heep, og framvegis spælir gittar í bólkinum, frá í sendingini RagnarRokk í útvarpinum. 

 

 

Feira 20 ára dagin

Erik Biskupstø frá Summarfestivalin heldur, at tað var nokk so upplagt hjá festivalinum at bóka Uriah Heep júst í ár.

"Tá ið fyrsti Summar Festivalurin var hildin í 2004, var Ken Hensley høvuðsnavn. Hann var ein av oddamonnunum í Uriah Heep, men fór burturúr bólkinum í 1980.  Onkursvegna halda vit, at tað verður ein vøkur sloyfa bundin um fyrstu 20 árini hjá festivalinum at fáa Uriah Heep til Summarfestivalin í ár." 

Uriah Heep hava verið nakrar ferðir í Føroyum áður. Fyrstu ferð var í 1988, tá bólkurin hevði tvær konsertir í Føroyum, í 1990 vitjaði bólkurin aftur, og í 2018 spældi Uriah Heep fyri fullari ítróttarhøll á Hálsi í Havn.

"Vit gleða okkum nógv til konsertina við Uriah Heep. Tað kemst ikki uttan um, at áhoyrarafjøldin á Summarfestivalinum eru tilkomin fólk, og tað eru rættiliga nógv, ið umbiðja tónleik, sum var frammi í sjeytiárunum," ásannar Erik Biskupstø. 

 

Klassiskur bretskur rokkur

Uriah Heep vann fram í sjeyti árunum, og teir hittaðu við sangum sum  "Lady In Black", "Easy Livin’", "The Wizard", "July Morning", "Free Me", "Stealin’" og "Gypsy". 

Saman við bólkum sum Led Zeppelin, Black Sabbath og Deep Purple vóru teir við til at skapa og mynda tann klassiska, bretska rokktónleikin.

Mick Box, sum var ein av stovnarunum av Uriah Heep, er, sum áður nevnt, still going strong og spælir framvegis gittar í bólkinum. Afturat honum eru Bernie Shaw, Phil Lanzon, Russell Gilbrook og Davey Rimmer. Teir hava spælt saman í nógv ár og eru sera væl samanspældir.

Frammanundan hevur Summarfestivalurin kunngjørt bretsku poppstjørnuna Olly Murs sum annað høvuðsnavn. 

 

Hvat: Summarfestivalurin
Hvar: Klaksvík
Nær: 8. til 10. august

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Mánadag 2. mars
Nú er liðugt við small talk!!
205023
Mánadag 2. mars
Morgunlestur mánadagur 2.mars 2026
204715
Sunnudag 1. mars
Bolero 01 mars 2026
204993
Sunnudag 1. mars
Ættirnar syngja og suða
204992
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044
Sunnudag 1. mars
Andakt við Anton í Liljudali
204987
Sunnudag 1. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
204623
Sunnudag 1. mars
Estetiskur fimleikur, 2. steypakapping
204977