Spilt frukt og grønt verður til grøna orku hjá Førka

Spilt frukt og grønt verður til grøna orku hjá Førka
Frukt og grønt, sum ikki kann nýtast til mannaføði, verður nú nýtt til grøna orku. Biogassverkið Førka tekur ímóti og framleiðir grøna orku av tí inn á netið hjá SEV
Spilt frukt og grønt, ið fyrr fór í skrell, verður nú til grøna orku hjá Førka
Mynd: Jakob Jørgensen  
 
07.03.2024 - 20:42

Nøkur hotel, heilsølur og stórkøkar í Tórshavnar kommunu eru við í verkætlanini, at lata tað, sum verður flust av fruktini, spilta frukt og annað grønt, ið ikki kann nýtast til mannaføði, til Førka, sum nýtir tað at framleiða elorku, fjarhita og tøð. 

Í eitt ár hevur Betri Banki verið partur av verkætlanini, og tey eru væl nøgd við skipanina.

240307_DV_FORKA_FRUGT_OK_1

 

Í innslagnum omanfyri síggja vit Brynhild Høgnadóttir Granhøj, burðardygdsábyrgdari í Betri Banka, og Fróða Mortensen, leiðara í Førka.

 

Framleitt 1,8 prosent av orkuni

Altjóða krøv forða fyri, at húsarhald kunnu lata vanligar matleivdir inn til Førka at framleiða til orku, sigur Fróði Mortensen, leiðari á Førka.

Umframt úr frukt og grønum, framleiðir Førka eisini orku úr mykju og súrløgi av laksi.

Seinastu vikuna hevur Førka framleitt 1,8% av elorkuni í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221