Kanning: Fimti hvør roykir hvønn dag

Kanning: Fimti hvør roykir hvønn dag
Føroyingar roykja nógv verri enn aðrir norðurlendingar, og støðan er einki broytt seinnu árini
Var Honnudóttir hevur staðið á odda fyri kanningini hjá Fólkaheilsustýrinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.03.2024 - 15:13

Tað gongur skeiva vegin, tá ið ræður um royking,  vísa nýggj tøl hjá Fólkaheilsustýrinum.

Vár Honnudóttir, fólkaheilsufrøðingur, hevur staðið á odda fyri stórari kanning, har fleiri enn 5.000 føroyingar millum 18 og 85 ár vóru við.

 

(Savnsmynd)

 

Kanningin vísir, at føroyingar roykja nógv meira enn aðrir norðurlendingar. Fimti hvør roykir hvønn dag.

Somu kanningar frá 2015 og 2019 vístu, at ávikavist 19 prosent og 17 prosent av føroyingum royktu hvønn dag, so støðan er at kalla óbroytt.

Tey yngru roykja minni, men tey eru farin at brúka aðrar nikotinvørur í staðin. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

21032024_Royking

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672