Eingin Maria ímóti Svøríki og Íslandi

Eingin Maria ímóti Svøríki og Íslandi
Maria Pálsdóttir Nólsoy hevur brotið fingurin, og tí verður kviki bakspælarin ikki við til EM-undankappingardystirnar ímóti Svøríki og Íslandi. Natasja Hammer er við í staðin
Maria Pálsdóttir Nólsoy hevur brotið fingurin og má sita uttanfyri í nakrar vikur
Mynd: HSF  
 
02.04.2024 - 20:30

Maria Pálsdóttir Nólsoy hevur brotið fingurin, og tí verður hon ikki við til EM-undankappingardystirnar, sum Føroyar skal spæla ímóti Svøríki og Íslandi næstu dagarnar.

Hetta hendi undir venjing 2. páskadag.

Skaðin fer helst at halda hana uttanfyri í eini fýra vikur, og tí er vandi fyri, at bakspælarin úr Neistanum eisini missir endaspælið í heimligu kappingini.

Natasja Hammer úr StÍF verður við staðin.

 

Kemur illa við hjá Føroyum

Skaðin hjá kvika álopsspælaranum kemur illa við hjá Føroyum, viðgekk landsliðsvenjarin, Claus Mogensen, til venjingina fyrrapartin í dag. 

Maria Pálsdóttir Nólsoy spælir vanliga ein lutfalsliga stóran leiklut í føroysku bakketuni saman við Súnu Krossteig Hansen og Janu Mittún. 

 - Hon er sterk, tá hon bjóðar móstøðuleikarunum av, og dugir væl at meta um, hvussu spælast skal í hvørjum einstøkum føri, segði landsliðsvenjarin.

Hondbóltssambandið skrivar seinnapartin, Maria Pálsdóttir Nólsoy skal undir skurð hósdagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558