Fountainhúsið 10 ár

Fountainhúsið 10 ár
Húsið er sosialt og arbeiðsrættað tilboð til fólk millum 18-67 ár, sum hava ella hava havt sosialar ella sálarligar avbjóðingar
Fountainhúsið flutti fyrr í ár bygningin, har Umlættingarheimið var í V.U.Hammershaimbsgøtu. (Savnsmynd)
 
05.04.2024 - 08:27

Fountainhúsið fyllir 10 ár í dag og hátíðarheldur dagin við opnum húsi seinnapartin. 

Fountainhúsið er sosialt og arbeiðsrættað tilboð til fólk millum 18-67 ár, sum hava ella hava havt sosialar ella sálarligar avbjóðingar.

- Hesi 10 árini hava nógv brúkt tilboðið, sigur Súna Mørk, leiðari í Fountainhúsinum.

 

Súna Mørk er leiðari í Fountainhúsinum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Heinesenshús í miðbýnum í Havn vóru ov lítil, og Fountainhúsið flutti tí fyrr í ár bygningin, har Umlættingarheimið var í V.U.Hammershaimbsgøtu.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

05042024_Fountainhus

 

Í sambandi við føðingardagin verður opið hús í nýggju hølunum í dag frá klokkan 13 til 16. Har verður m.a. lista-og søluframsýning og góður drekkamuður.
 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328