- Tíðindi, mentan og ítróttur
Visti tú? Hotel Føroyar verður norðurlendskur tingstaður
Í løtuni ganga tøkningar og alskyns slag av handverkarum og gera Hotel Føroyar klárt til søguligan tingfundin, sum verður settur týsmorgunin.
87 tingfólk úr øllum teimum átta Norðurlondunum koma til Havnar í hesum døgum, nú Norðurlandaráðið fer at halda tingfund í Føroyum fyri fyrstu ferð.
Føroyar hava tvey tingfólk
Norðurlandaráðið er felags norðurlendska tingið, og tað er grundarlagið undir parlamentariska samstarvinum, sum formliga var skipað við Helsingforssáttmálanum tann 23. mars í 1962.
Johan Dahl úr Sambandsflokkinum og Erling Eidesgaard úr Tjóðveldi eru føroysku tingfólkini í Norðurlandaráðnum.
Teir hava eisini hvør sítt varafólk. Eyðdis Hartmann Niclasen úr Sambandsflokkinum er varafólk fyri Johan Dahl, og Liljan Weihe úr Tjóðveldi er varafólk fyri Erling Eidesgaard.
Ikki beinleiðis vald umboð
Umboðini í Norðurlandaráðnum eru ikki beinleiðis vald í ráðið, men eru vald millum tingbólkarnar í teimum einstøku norðurlendsku tingunum.
Tey fýra stóru londini, Svøríki, Finnland, Noreg og Danmark, hava 20 tinglimir í part, meðan Ísland hevur sjey tinglimir.
Danmark letur síðani tveir tingsessir til Føroya og tveir til Grønlands, so veruliga talið av donskum tinglimum verður 16.
Finnland letur tveir tingsessir til Álands, og tí er veruliga talið av umboðum hjá Finnlandi 18.
Johan Dahl úr Sambandsflokkinum er annað føroyska umboðið í Norðurlandaráðnum (Mynd: Bjarni Á. Rubeksen)
>>Sí eisini: Málið er fullur limaskapur í Norðurlandaráðnum
Arbeiða fyri sjálvstøðugum limaskapi
Orsøkin til hetta serliga býtið er, at Føroyar, Grønland og Áland ikki enn eru viðurkend sum sjálvstøðugir limir í Norðurlandaráðnum.
Føroyar hava í nógv ár strongt á at fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum, men hetta hevur ikki eydnast.
Helsingsforssáttmálin forðar fyri, at lond, sum ikki hava fullveldi, verða sjálvstøðugir limir, er boðskapurin.
Kunnu umsita yvirtikin málsøkir
Tó eru broytingar helst á veg. Arbeitt verður við at broyta Helsingforssáttmálan, og her kemur helst ein broyting, sum á einhvønn hátt gevur Føroyum nakað, sum líkist einum sjálvstøðugum limaskapi.
Ein møguleiki, sum hevur verið nevndur, er, at Føroyar fáa sjálvstøðugan limaskap á øllum yvirtiknum málsøkjum.
Onki lógarvald
Norðurlandaráðið er ikki eitt lóggávuting. Í staðin samtykkir ráðið sokallaðar tilráðingar, har heitt verður á stjórnirnar í limalondunum um at fylgja tí, ið ráðið hevur samtykt.
Kristina Háfoss er stjóri í Norðurlandaráðnum (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Føroyskur stjóri
Hægsta embætisfólk í Norðurlandaráðnum er í løtuni úr Føroyum. Kristina Háfoss var í 2021 sett sum stjóri í Norðurlandaráðnum.
Hon hevur skyldu til at samskipa og leggja til rættis arbeiðið hjá Ráðnum.
Tey stóru eiga formansskapin
Ovasti myndugleiki í Norðurlandaráðnum er formansskapurin. Í honum sita politikarar fyri tey fimm sjálvstøðugu limalondini, sum eru Svøríki, Finnland, Noreg, Danmark og Ísland.
Føroyar hava ikki umboð í formansskapinum, men arbeitt verður við avtalu við Danmark um møguleikan fyri, at ein føroyskur politikari fær sæti í formansskapinum.
Norðurlendsku stjórnarleiðararnir avmyndaðir í juni í fjør (mynd: norden.org)
11 limir eru í formansskapinum, eitt forfólk og eitt varaforfólk. Strembað verður eftir, at øll lond og allir tingbólkar eru umboðaðir í formansskapinum.
Formansskapurin situr eitt ár í senn. Hann verður valdur av nýggjum á høvuðsfundinum hvørt heyst.
Forfólkið og varaforfólkið eru altíð úr tí landinum, sum skal vera vertur fyri næsta heystfundin.
Tveir fundir um árið
Norðurlandaráðið hevur tveir fundir um árið. Tann stóri fundurin er heystfundurin, sum upp á skift verður hildin í sjálvstøðugu limalondunum.
Hin fundurin er temafundurin um várið. Og tað er so hesin, sum í ár fyri fyrstu ferð verður hildin í Havn.
Trygd og friður í Norðuratlantshavi
Høvuðsevnið á fundinum í Føroym er trygd, friður og tilbúgving í Norðuratlantshavi.
Mánadagin eru nevndarfundir, og týsdagin er stóri tingfundurin.