Fíggjarmálaráðið dregur í land: føroyingar í Norra fáa skiftistíð

Fíggjarmálaráðið dregur í land: føroyingar í Norra fáa skiftistíð
Fíggjarmálaráðið dregur nú í land í mun til skattin hjá føroyingum, sum arbeiða í Norra og higartil bara hava rindað skatt har
 
20.12.2024 - 18:31

Fyri løtu síðani kom Fíggjarmálaráðið við fráboðan um, at ein skiftisregla skal setast inn í skattalóggávuna, soleiðis at føroyingar við arbeiði í Norra fáa trý ára skiftistíð við hægri frádrátti.

Fíggjarmálaráðið upplýsir, at landsstýrið varðveitir upprunaligu ætlanina - at fara frá tí sonevndu "eksemption linkingini", sum tað eitur á skattatekniskum máli.

Eksemption linkingin merkir, at fólk bara rinda skatt í Norra, tá tey arbeiða í Norra, sjálvt um tey búgva í Føroyum og annars búleikast í føroyska samfelagnum. Fyri føroyska samfelagið er trupulleikin tann, at inntøkuskatturin í Norra er munandi lægri enn í Føroyum. 

Landsstýrið vil broyta skattaprinsipp - hesi skulu nú skattast eftir "kredit linkingini". Tað merkir, at tey skulu rinda munin av skattinum, tey rinda í Norra, upp til 35 prosent. 

Á henda hátt skal føroyska samfelagið eisini fáa skattainntøkur frá fólki, sum annars rinda ein lutfalsliga lágan skatt í Norra.

Skattabroytingin skuldi koma í gildi á nýggjárinum. Og broytingin hevði havt við sær, at hesi fólk høvdu komið at rindað hægri skatt enn tey higartil hava verið von við.

Høvuðsendamálið - at skifta skattaprincipp - verður varðveitt. Men nú verður ein trý ára skiftistíð sett inn í skattalógina.

Tað merkir, at føroyingar, sum arbeiða og verða skattað í Norra, fáa 120.000 krónur í skattafrádrátti, áðrenn tey koma at rinda fyrstu skattakrónuna í landskassan í Føroyum.

Skattafrádrátturin skal so minka líðandi, til hann kemur niður á 48.000 krónur í 2028.

Mynd: Fíggjarmálaráðið

 

- Tað gevur eitt longri skotbrá at laga seg til skatta-umskipanina, sigur Fíggjarmálaráðið í fráboðan fyri løtu síðani.

Hoyr samrøðu við Ruth Vang, landsstýriskvinnu í Fíggjarmálum, í útvarpstíðindunum

1715892

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040