Kinesiskur journalistur vístur úr Svøriki

Kinesiskur journalistur vístur úr Svøriki
Svenskir myndugleikar halda, at journalisturin er ein hóttan móti trygdini í landinum, og at hon hevur njósnast fyri kinesisku stjórnina
Svenska trygdarløgreglan handtók kvinnuna 9. oktober í fjør, og hon hevur sitið í varðhaldi síðani. (Savnsmynd)
 
08.04.2024 - 10:53

Ein 57 ára gomul kinesisk kvinna er víst úr Svøríki, har hon seinastu tíggju árini hevur starvast sum journalistur. 

Harumframt hevur hon fingið forboð fyri at koma aftur til landið.

Svenskir myndugleikar halda, at hon er ein hóttan móti trygdini í landinum, og at hon hevur njósnast fyri kinesisku stjórnina.

Sambært SVT hevur journalisturin í fleiri ár havt tætt samband við kinesisku sendistovuna í Svøríki og fleiri fólk, sum eru knýtt at kinesisku stjórnini.

Sambært svenska kringvarpinum kom kvinnan til landið fyri 20 árum síðan, og er gift og hevur barn við svenskum manni. 

Svenska trygdarløgreglan handtók kvinnuna 9. oktober í fjør, og hon hevur sitið í varðhaldi síðani.

Við svenska kringvarpið avsannar verjin, Leutrim Kadriu, at kvinnan er ein hóttan móti svensku tjóðini, ella at hon hevur njósnast fyri Kina:

 

08942024_Kinesisk_njosning

 

Gunnar Strömmer er løgmálaráðharri í Svøríki.

 

Ein svenskur dómstólur tók longu 16. november avgerð um at vísa kvinnuna  úr Svøríki, men avgerðin var kærd til hægri dómstól, sum í februar staðfesti avgerðina. 

Hósdagin staðfesti svenski løgmálaráðharrin, Gunnar Strömmer, endaliga úrskurðin hjá dómstólinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194